
Russiski forsetin, Vladimir Putin tekur ikki samráðingarnar um frið í Ukraina í álvara, metir bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer.
Í vikuni gjørdust Ukraina og USA samd um eitt uppskot um 30 daga vápnahvíld, men russiski forsetin, Vladimir Putin er ikki heilt nøgdur við uppskotið.
– Hugskotið er tað rætta, og tað taka vit heilt sikkurt undir við. Men har eru spurningar, sum vit noyðast at umrøða. Og eg haldi, at vit noyðast at tosa við okkara amerikonsku starvsfelagar. Kanska burdi eg ringt til Trump forseta og havt eina samrøðu við hann, segði Putin hósdagin sambært Ritzau.
Keir Starmer sigur, at tað er neyðugt at leggja meira trýst á Russland, um russar ikki koma til samráðingarborðið.
– Um Russland endar við at koma til samráðingarborðið, so skulu vit vera til reiðar at hava eftirlit við eini vápnahvíld, sum kann tryggja varandi frið. Um russar ikki koma til samráðingarborðið, noyðast vit at økja um búskaparliga trýstið á Russland fyri at tryggja ein enda á hesum krígnum, sigur hann.
Starmer á talgildum fundi í dag (Mynd: EPA)
Starmer hevur í dag verið vertur fyri einum talgildum fundi fyri leiðarar úr 26 londum, har støðan í Ukraina varð umrødd. Millum luttakararnar var danski forsætisráðharrin, Mette Freriksen, ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, og franski forsetin, Emmanuel Macron, og kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney Eisini luttóku umboð úr ES og Nato.
Á fundinum samdust leiðararnir um at framskunda stuðulin til Ukraina og herða revsitiltøkini móti Russlandi, um Putin ikki tekur undir við vápnahvíldini, sigur Starmer í fráboðan eftir fundinum sambært Sky News.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald