Uttanlands

Starmer gevst ikki á hesum sinni

Heldur enn at gevast orsaka av vánaliga valinum hósdagin ætlar bretski forsætisráðharrin og Labour-formaðurin at endurvinna góðu viðurskiftini við Evropa

(Mynd: Elizabeth Piper/Reuters/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Elizabeth Piper/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-05-11 15:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, tekur ábyrgdina av úrslitinum á bretsku lokalvalunum í farnu viku, sum fleiri staðni førdi til stóra afturgongd fyri arbeiðaraflokkin, Labour, sum Starmer er formaður fyri.

Men hann ætlar ikki at leggja frá sær. Tað segði hann í røðu í London í dag.

- Úrslitini av valunum í farnu viku vóru ikki góð, als ikki. Labour misti fleiri dugnalig umboð. Tað taki er ábyrgdina av, segði Starmer.

Keir Starmer hevur verið Labour-formaður síðan 2020, og seinasta tíðin – serliga eftir síðsta val - hevur hansara leiðslustílur verið fyri ábreiðslum.

- Eg veit at fólk eru ørkymlað um støðuna hjá Stórabretlandi. Ørkymlað av politikki. Og nøkur eru ørkymlað av mær.

- Eg veit, at tað ery tey, ið ivast, og eg eri noyddur at vísa teimum, at tey ikki hava rætt, og tað vil eg gera, sigur Keir Starmer.

Hósdagin var val til tingini í Wales og Skotlandi og í fleiri býráðum í Onglandi.

Í Onglandi gjørdist ES-kritiski flokkurin, Reform UK, stóri vinnarin, meðan walisiski flokkurin Plaid Cyumru gjørdist størst í walisiska tjóðartinginum, har Labour misti valdið fyri fyrstu ferð í 27 ár.

Í Skotlandi gjørdist skotski tjóðskaparflokkurin, SNP, vinnari av valinum. Flokkurin, ið  minnir um Labour, men ynskir sjálvstýri fyri Skotland, var eisini størst undan valinum.

Labour og Reform UK gjørdust eins stórir í skotska tjóðartinginum, og eru nú næststørst í Skotlandi.

Keir Starmar nevndi formannin í Reform UK, Nigel Farage, í røðu síni, og lovaði at Labour-stjórnin hevur sett sær fyri at byggja upp betri viðurskifti við Evropa, eftir skaðan, sum Farage stóð á odda fyri undir Brexit.

- Hann snýtti Bretland. Hann er ikki einans ein svikari, hann er eisini ein eydnuriddari, sigur Starmer um Farage. Og hann skuldsetti eisini undanfarnu bretsku stjórnina undir konservativari leiðslu fyri at eiga skuldina fyri, at viðurskiftini millum Bretland og Evropa eru oyðiløgd.

- Henda Labour-stjórnin verður tann, ið endurbyggir viðurskiftini við Evropa við at seta Bretland í evropeiska miðdepilin, soleiðis at vit gerast sterkari búskaparliga, sterkari í handli, sterkari í verju og so framvegis, segði hann. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder