
Leiðararnar í Stórabretlandi, Fraklandi og Týsklandi eru í dag fyri fyrstu ferð farnir saman til Ukraina.
Bretski forsætisráðharrin Keir Starmer, franski forsetin Emmanuel Macron og týski samveldiskanslarin Friedrich Merz komu til høvuðsstaðin Kyiv í morgun, har teir hittu ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.
Undir vitjanini skulu teir eisini hitta pólska forsætisráðharran, Donald Tusk, skrivar DR.
Starmer, Merz og Macron siga í felags fráboðan, at teir eru farnir til Kyiv fyri at vísa samhuga við Ukraina og fyri at leggja trýst á Russland.
Teir heita á Russland um at góðtaka eina treytaleysa 30 dagar langa vápnahvíld, og fara teir at økja trýstið á Russland, inntil tað hendir.
Hetta er fyrsu ferð, at Friedrich Merz, sum varð valdur til kanslara í vikuni, vitjar í Ukraina sum týskur leiðari. Hann segði í gjár, at hann hevði góðar vónir um, at tað ber til at semjast um eina longri vápnahvíld hetta vikuskiftið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald