Innanlands

Starvsrokan í Norðurlandahúsinum í samband við Jobmatch

Jobmatch starvsstevnan verður fríggjadagin 28. desember í Norðurlandahúsinum

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2018-12-14 13:34 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Jobmatch starvsstevnan verður í Norðurlandahúsinum millum jóla og nýggjárs, og knapt trýss arbeiðsgevarar vilja koma á tal við lesandi ella fólkum við útbúgving, sum søknasti eftir starvi í Føroyum.

“Vit hava víðka karmarnar í Norðurlandahúsinum, so í ár verður alt húsið brúkt – eisini tann stóri salurin. Tað verður mest sum fullsett við fyritøkum og stovnum, og bert nakrir fáir básar eru enn tøkir. Men longu nú er talið av arbeiðsgevarum tað mesta nakrantíð” sigur Katrin I. Gregersen, samskipari av Jobmatch.

Á jobmatch heimasíðuni er komin ein nýggj funka, so tað verður høgligari at bíleggja eitt JobPrát og avtala nær á degunum hetta skal verða. Til ber at gera hetta umvegis heimasíðuna jobmatch.fo. Best er at bíleggja í góðari tíð, tí tá er størst sannlíkindi at koma á tal við rætta viðkomandi.

“Tað er eitt sera breitt úrval av arbeiðsgevarum frá bæði privata og almenna geiranum, innan framleiðslu, handverk, tænstu og fyrisiting. Á heimasíðuni ber til at kunna seg um einstøku fyritøkuna ella stovnin, og somuleiðis eru ítøkiligar starvslýsingar” sigur Katrin.

Jobmatch starvsstevnan verður fríggjadagin 28. desember i Norðurlandahúsinum.

- Syntesa

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder