Innanlands

Steðgaðu 50 bilum seinnapartin í gjár

Nakrar bøtur vóru skrivaðar og átalur vóru givnar

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-01-28 08:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan gjørdi í gjár átak á Kongabrúnni í Havn, og tað vísti seg at vera tiltrongt. 50 bilar vóru steðgaðir tíðliga seinnapartin, og fleiri førum vóru bøtur skrivaðar.

Av løgreglustøðini í morgun verður upplýst, at átta mál vóru. Í fimm førum var trygdarbelti ikki brúkt, og í tveimum førum var kavi á bakrútinum. Ein bilførari hevði ikki ljósini á bilinum í lagi.

Hetta er nakað bilførararnir fáa bót fyri.

Eisini vóru tíggju átalur givnar fyri smáting, verður upplýst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder