Løgreglan gjørdi fleiri ferðslukanningar í gjár, har tann størsta varð gjørd á Hvítanesvegnum í Havn, har 104 bilar vórðu steðgaðir.
Vaktleiðarin á løgrelustøðini sigur, at av teimum 104 bilunum fingu 10 bøtur, meðan 15 fingu átalu. Bøturnar og átalurnar vóru fyri tílíkt sum at tosa í telefon meðan koyrt var, fyri ikki at hava ljósini í rætt lag og fyri ikki at sita í trygdarbelti.
Løgreglan gjørdi eisini ferðslukanning í Eysturoynni, har 10 sakir vóru í samband við ferð.
Løgreglan hevur eisini verið úti og gjørt seg sjónliga í ferðsluni. Vaktleiðarin sigur, at tað vóru nøkur løgreglufólk, sum av sínum eintingum vóru farin út at koyra á strekkinum norðanfrá og til Havnar í morgunferðsluni.
Endamálið var einans fyribyrgjandi, har løgreglan ger seg sjónliga í ferðslu, har fólk kunnu hava lyndi til at ótolnast og tí ger eitt nú vandamiklari yvirhálingar. Tí koyrdi løgreglan aftur og fram har eina løtu, steðgaðu á víkistøðum og annars bara gjørdi seg sjónliga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald