placeholder
Uttanlands

Stefan Lofven vil skipa stjórn

Ein mánað eftir svenska valið er enn ikki skipa stjórn

Stefan Löfven

Stefan Löfven

2018-10-15 10:31 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein mánaði er liðin síðani svenskarar vóru til val og avgjørdu hvør var valdur inn í Ríkisdagin. Sagt var, at tað fór at verða torført at skipa stjórn, tí at eingin av blokkunum hevði greiðan meiriluta.

Skuldi reyði ella borgarligi blokkurin skipa stjórn, bleiv neyðugt at skipa stjórn við Sverigedemokraterna, men eingin vil samstarva við flokkin.

Nú boðar Stefan Löfven sambært Aftonbladet frá, at hann fer at royna at skipa stjórn. Stefan Löfven, sum er sitandi sosialdemokratiski forsetisráðharrin, boðaði frá á tíðindafundi, at nú vil skipa stjórnina, og at tað bara er rætt, at hann, sum leiðari av størsta flokkinum, gerst varandi forsetisráðharri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder