Innanlands

Steffan Klein Poulsen er nú formaður

Miðflokkurin boðar í kvøld frá, at Steffan Klein Poulsen hevur avloyst Jenis av Rana sum floksformann

Steffan Klein Poulsen og Jenis av Rana (Mynd: Miðflokkurin)

Steffan Klein Poulsen og Jenis av Rana (Mynd: Miðflokkurin)

2026-04-13 19:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað var frammanundan greitt, at ætlanir vóru um formansskifti í Miðflokkinum, og í kvøld boðar Miðflokkurin frá, at Steffan Klein Poulsen nú hevur yvirtikið formanssessin.

Miðflokkurin skrivar soleiðis í fráboðan til miðlarnar í kvøld:

– Formansval, sum sambært lógum floksins skal verða aftaná hvørt løgtingsval, hevur í dag verið í Miðflokkinum.

– Jenis av Rana, sum hevur verið formaður floksins síðani 1998, segði seg úr formansstarvinum, og Steffan Klein Poulsen varð valdur nýggjur formaður fyri flokkin.

Tað var 30. mars, at boðað varð frá, at Jenis av Rana skjótt fór at lata formanssessin frá sær.

Á løgtingsvalinum 26. mars gjørdist 29 ára gamli Steffan Klein Poulsen toppskorari hjá Miðflokkinum við 701 atkvøðu. 73 ára gamli Jenis av Rana fekk 363 atkvøður.

Dagførd kl. 19.41

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder