2018-11-08 14:50
Miðbýarfólkið í høvuðsstaðnum mugu klára seg uttan vatn í kvøld.
Tórshavnar kommuna boðar frá, at skrúvað verður fyri vatninum frá klokkan 19 til midnátt í støðum í miðbýnum.
Talan er um Sverrisgøtu og Dr. Jacobsensensgøtu, á strekkinum millum Tórsgøtu og gamla Kirkjugarð, í Magnus Heinasonargøtu, Bøgøtu og í Tróndargøtu, millum Sverrisgøtu og Niels Winthersgøtu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald