2018-12-15 10:39
Jólaskipið kemur inn á Havnina í dag klokkan 15, og í hesum sambandi verður partur av miðbýnum stongdur fyri ferðslu í nakrar tímar.
Jólamenninir koma inn við jólaskipinum Thorshavn, og lagt verður at undir Bryggjubakka. Harfrá fara teir at ganga runt í miðbýnum.
Tórshavnar kommuna hevur tí valt at steingja part av miðbýnum fyri ferðslu. Vegirnir, sum verða stongdir frá klokkan 14 til 18 eru: Tórsgøta, Mylnugøta, Vágsbotnur, undir Bryggjubakka, Niels Finsens gøta frá Sverrisgøtu oman til Vaglið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald