2019-05-24 11:06
Helena Dam á Neystabø stillar ikki upp til løgtingsvalið í ár. Hesum boðaði tingkvinna hjá Javnaðarflokkinum frá á tíðindafundi hjá flokkinum í Spinnarínum í Klaksvík fyri løtu síðani.
Helena Dam á Neystabø gjørdi tó greitt, at hon stillar upp til fólkatingsvalið grundlógardagin 5. juni.
Helena Dam á Neystabø gjørdist nummar níggju á listanum hjá Javnaðarflokkinum til seinasta løgtingsval við 198 atkvøðum. Hon er eisini forkvinna fyri tingbólkin hjá Javnaðarflokkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald