Í apríl vóru stívliga 27.400 løntakarar í Føroyum. Tað eru knappliga 900 fleiri løntakarar samanborið við apríl-mánað í fjør. Gongdin, sum er lýst við trendinum, vísur at støðugt fleiri løntakarar leggjast afturat, skrivar Hagstova Føroya um nýggjastu hagtølini.
Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini.
Í apríl vóru gott og væl 14.250 menn og 13.150 kvinnur í løntakaraskaranum.
Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa løntakararnar, og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinarnar.
Í vinnugreinabólkinum almenn og onnur tænasta starvast gott og væl 9.800 løntakarar, í privatu tænastuvinnum knappliga 9.000, í byggivinnu og aðrari tilvirking 4.400 og í fiskivinnu og aðari tilfeingisvinnu 4.200.
Vinnugreinabólkurin byggivinna og onnur tilvirking hevur havt lutfalsliga størsta vøksturin síðani 2013/2014, tá løntakaratalið aftur byrjaði at vaksa. Byggivinna og onnur tilvirking er vaksin umleið 50% síðani 2013 (úr gott og væl 2.900 til 3.400), meðan vøksturin í hinum vinnugreinabólkunum hevur ligið millum 10-15% hetta sama tíðarskeiðið.
Trendurin vísur, at seinasta árið hevur vøkstur verið í øllum vinnugreinabólkunum, hóast ymiskur. Tó hevur lítil og eingin vøkstur verið í bólkinum privatar tænastuvinnur.
Løntakaratalið í privatu tænastuvinnunum, sum fevna um 9 vinnugreinar, hevur funnið eina legu, ið telur um 9.000 løntakarar.
Millum annað hevur vøksturin seinasta árið verið avtakandi í vinnugreinini handli og umvæling, ið er nógv størsta vinnugrein innan privatu tænastuvinnurnar, har góðir 3.200 løntakarar starvast. Í miðalstóru vinnugreinum (millum 700-1.000 løntakarar) sum gistihús og matstovum, flutningi annars og eisini felagsskapi og mentan, hevur vøksturin eisini verið avtakandi seinasta árið. Í øðrum vinnugreinum, sum í vinnuligum tænastum, hevur vøksturin hinvegin verið tiltakandi sama tíðarskeiðið.
Vinnugreinabólkurin privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald