Innanlands

Stjólu øl úr hjalli

Hetta er ein afturvendandi trupulleiki

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-11-12 11:37 Author image
Ari av Rana
placeholder

Um níggjutíðina í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at tjóvar høvdu verið uppá spæl.

Ókendir tjóvar høvdu verið í einum hjalli í Havn, har nakað av øli varð tikið.

- Hetta er ein trupulleiki. Hjallurin stóð opin, og tí høvdu tjóvarnir lætt við at stjala ølið. Men fyri tað at ein hjallur er opin merkir tað ikki, at fólk kunnu taka tað tey vilja, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Løgreglan ger nú kanningar í málinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder