- Tað er als ikki í lagi, at politikarar skulu sita og avgera hvørjir privatir miðlar skulu fáa stuðul frá tí almenna. Sum skipanin virkar í dag ger hon størri skaða enn gagn.
So avgjørdur var Niklái Nysted stjóri fyri Portal.fo tá hann vitjaði sendingina Pressan í Kringvarpi Føroya fyrrapartin.
Pressan er útveitta sendingin um miðlar og miðlalandslagið, sum Øssur Winthereig ger fyri Kringvarpi hvønn fríggjadag. Í dag var miðlastuðulin tikin upp til kjaks.
Sambært stjóranum fyri Portal.fo tænir skipanin sum nú er, ikki endamálinum at loyva nýggjum miðlum framat. Hetta tí at skipanin er sjálvstyrkjandi við tað, at tann miðilin, sum hevur størstar útreiðslur fær mest, og harvið økist stuðulin til størru miðlarnir so hvørt sum teir verða styrktir við almennum stuðli.
Sambært Nikláa Nysted er hetta skaðiligt, tí einstakir miðlar hervið gerast so sterkir í kappingini um lýsarar, at teir kunnu brúka almenna stuðulin til at slaka í prísinum í kappingini við hinar.
Niklái vísti eisini á, at tað er ymist hvat miðlarnir fáa stuðul fyri. Hann segði, at Portalurin bert hevur uppgivið lønarútreiðslur við beinleiðis tilknýti til redaktiónellu framleiðsluna, meðan aðrir miðlar hava tikið allar útreiðslur við.
- Eg kundi bara havt givið mær sjálvum eina feita løn. Hon nýttist ikki at verið útgoldin, hon kundi bara staðið sum ein skuld á roknskapinum, so hevði Portalurin fingið nógv meira í almennum stuðli.
Niklái Nysted segði ikki, at tað eru miðlar, sum hava gjørt hetta, men Eirikur Lindenskov, stjóri í Miðlahúsinum svaraði:
- Ja, summi eru meira útspekulerað enn onnur.
Umframt Nikláa Nysted og Eirik Lindenskov, luttók Petur Jacobsen, nevndarformaður fyri R7 eisini í kjakinum, og teir vóru samdir um, at miðlastuðulin ikki virkar sum hann átti, tí stuðulin í løtuni ikki eggjar til at meira tilfar verður framleitt.
Les eisini: Átta miðlar fáa stuðul
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald