Stjórnin: Um veljarakanningina og ríkisrættarligu støðuna

Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen fara, saman við Árna Gregersen, at viðgera áleikandi evni. Hetta verður eftir tíðindini klokkan 17 á FM1

2026-02-11 12:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

"Stjórnin - politikkur á skák" tekur sum altíð áhugaverd og áleikandi í politikki og samfelagnum upp. Í dag er einki undantak.

Veljarakanningin, sum spyr.fo gjørdi fyri Portalin og FM1 í síðstu viku, hevði fleiri áhugaverd úrslit.

Sí eisini: Søguliga stór úrslit fyri Fólkaflokkinum

Afturgongdin hjá Javnaðarflokkinum og Framsókn, sum bløða, umframt søguliga framgongdin hjá Fólkaflokkinum verða løgd undir luppin.

Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen fara, saman við Árna Gregersen, eisini at viðgerða ríkisrættaligu støðuna - Jóannes Eidesgaard er burturstaddur í dag.

Sí eisini: Sirið móti Bárði: - Ikki tvætla - hvar hevur tú hatta frá

Hoyr kjakið um Ríkisfelagskapin: Sirið og Bárður bresta saman

Støðan hjá Føroyum í ríkinum hevur verið nógv uppi og vent seinastu tíðina. Spurningar í veljarakanningini snúði seg eisini um hetta.

Sí eisini: Tveir triðingar ynskja størri sjálvræði

Stjórnin - Politikkur á Skák - veður send beint eftir tíðindini klokkan 17.

Lurta eftir FM1 her - ella á vanligu frekvensunum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder