
14. februar varð Frans pávi innlagdur á eitt sjúkrahús í Rom, har hann síðani hevur verið síðani.
Støðan var ikki góð, og tað varð staðfest, at 88-ára gamli pávin hevur lungnabruna í báðum lungunum.
Um vikuskiftið bórust boðini um, at støðan var batnað. Hann var lýstur at vera uttanfyri lívsvanda, men greitt var, at Frans pávi skuldi vera innlagdur í eina viku afturat, í øllum førum.
Sí eisini: Pávin betri fyri men støðan kann broytast
Vatikanið boðar nú frá, at pávin hevði ein arbeiðsfund á sjúkrahúsinum í gjár, umframt at hann etur sum vanligt og flytur seg runt.
Støðan verður tó framvegis lýst sum álvarsom.
Pávin hevur verið innlagdur fleiri ferðir seinastu árini - millum annað orsakað av trupulleikum við andaleiðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald