2018-09-30 10:56
Í gjár fekk løgreglan boð um, at ein bilur varð stolin í Havn.
Tjóvurin var farin inn til eigaran, hevði tikið lykilin, og var síðani farin avstað við bilinum.
Bilurin varð eftirlýstur í gjár, og sambært løgregluni er bilurin nú funnin aftur.
Løgreglan skal kanna bilin fyri at vita, um tey finna nakað, sum kann geva teimum eina ábending um, hvør tjóvurin er.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald