Uttanlands

Stolin Picasso-málningur møguliga funnin í Rumenia

Ein av sjey málningum, ið var stolin í Hollandi í 2012, er møguliga komin undan kavi

Málningur hjá Picasso (Mynd: Scanpix)

Málningur hjá Picasso (Mynd: Scanpix)

2018-11-18 14:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

 Ein av sjey málningum, sum varð stolin frá einum listasavni í Hollandi í 2012, er møguliga funnin í Rumenia.

Í løtuni eru serfrøðingar í ferð við at kanna, um talan veruliga er um "Harlequin høvdið" hjá Picasso.

Av teimum málningunum, sum vórðu stolnir, vóru millum annað málningar eftir Picasso, Monet og Lucian Freud.

Málningarnir hoyrdu til eitt privat savn við 150 málningum, sum sambært hollendska sjónvarpinum eru verdir nógvar milliónir evrur.

Stuldurin av málningunum er størsti listastuldur í Hollandi síðan 1991, tá 20 málningar vórðu stolnir úr Van Gogh listasavninum í Amsterdam, skrivar TV2.

Fýra fólk, m.o. rumenski Radu Dogaru, vórðu handtiknir fyri stuldurin í 2014 og skuldu gjalda 18 milliónir evrur í endurgjaldi.

Dogaru játtaði seg sekan og gav listasavninum skyldina, tí at tey í savninum, sambært honum, ikki høvdu ansað nógv væl eftir málningunum.

Hóast brotsmaðurin varð handtikin, komu málningarnar ongantíð undan kavi, og vandi er fyri, at teir ongantíð verða funnir aftur.

Mamma Dogaru segði seg hava brent málningarnar í eini roynd at beina fyri prógvunum móti soninum.

Seinni tók hon útsøgnina aftur. Tó hava serfrøðingar funnið øsku í eldstaði hennara og leivdir eftir oljumálningum og seymir úr rammum, ið vórðu brúktar móti endanum av 19. øld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder