Uttanlands

Stór ferð á koppsetingini í USA

25 prosent av teimum vaksnu amerikanarunum eru nú liðugt koppsett

2021-04-08 08:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

USA er tað landið í heiminum, sum hevur skrásett flest fólk, sum eru deyð við tilknýti til koronasjúkuna. Men hin vegin so gongur tað sera skjótt við koppsetingini í landinum.

Knapt fjórði hvør vaksni amerikanari er nú kopsettur. Í gjár vístu hagtølini frá Centers for Disease Control and Prevention, at parturin av koppsettum amerikanarum var komin upp á 24,9 prosent, skrivar NBC News.

Nakrir av statunum, eitt nú New Mexico, South Dakota og Alaska eru komin upp um 30 prosent av liðugt koppsettum.

Tølini vísa eisini, at umleið 40 prosent av teimum vaksnu, og 75 prosent av teimum eldru borgarunum í USA hava fingið fyrsta prikið.

USA byrjaði koppsetingarætlanina í desember mánaði, tá myndugleikarnir í skundi góðkendu vaksinuna hjá Pfizer/BioNTech.

Síðan eru koppsetingarevnini hjá Moderna og Johnson & Johnson eisini tikin í brúk.

Í løtuni verða millum tvær og nýggjar milliónir skamtir givnir í USA um samdøgrið, skrivar NBC News. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder