Hetta vikuskiftið hevur verið eitt av teimum, har løgreglan hevur havt sera nógv at gera.
Talan var um stóra vikuskiftið við jólaborðhaldum, og tað var heilt týðuligt, at tað ikki vóru fólkini sjálv, sum høvdu goldið fyri tað, ið varð drukkið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Og tað var serliga í Havn, at tær flestu veitslurnar vóru, ella har fólkini endaðu tá borðhaldið var liðugt.
Hóast nógv at gera, so var ikki talan um nakað álvarsligt mál, hóast okkurt nærkaðist brot á skilhaldsreglurnar. Men tað hevur tikið nógvar arbeiðstímar, at fáa allar hendingarnar avgreiddar.
Eitt skiftið leygarkvøldið fingu politistarnir hjálp frá patrúljuni í Norðurøkinum, fyri at halda skil á nógvu veitslukløddu fólkunum í høvuðsstaðnum.
Rullustativið hvarv
Í gjár kom ein heldur øðrvísi fráboðan til løgregluna.
Ein gestur á eini mat- og skeinkistovu varnaðist, tá viðkomandi skuldi avstaðaftur, at rollatorurin – gongugrindin ella rullistativið – var burtur. Ikki er greitt enn, um talan er um stuldur, ella um tað bara er ein gestur, ið hevur tikið skeivt rullistativ.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald