Uttanlands

Stórabretland: 6.000 løgreglufólk til reiðar at handfara ófrið

Bretska stjórnin hevur eisini syrgt fyri, at fleiri pláss er í fongslunum

(Mynd: Getty Images)

(Mynd: Getty Images)

2024-08-06 16:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Umleið 6.000 løgreglufólk eru til reiðar at handfara ófriðin í Stórabretlandi, sigur bretski varaløgmálaráðharrin, Heidi Alexander við BBC í dag.

Hon leggur afturat, at stjórnin eisini hevur syrgt fyri, at yvir 500 fongsulspláss afturat eru klár.

– Vit vilja syrgja fyri, at øll, sum fáa ein fongsulsdóm orsakað av ófriðinum, hava eitt pláss í fongslinum, sum bíðar eftir teimum, sigur hon.

Ófriðurin byrjaði eftir at ein 17 ára gamal drongur mánadagin í farnu viku drap tríggjar gentur, sum vóru seks, sjey og níggju ára gamlar og særdi tíggju onnur við knívi undir einum dansitiltaki í Southport, norðanfyri Liverpool.

Eftir kníválopið gingu søgur um, at drápsmaðurin var muslimur, sum júst var komin úr Sýria og hevði søkt um friðskjól. Síðani hava mótmæli móti tilflytarum verið í fleiri eingilskum býum, og fleiri hundrað fólk blivin handtikin.

17 ára gamli drongur er tó føddur í Cardiff í Wales og hevur foreldur úr Rwanda, skrivar Ritzau.

Orsakað av ófriðinum eru løgreglufólk, sum hava fingið serliga venjing, sett at handfara støðuna. Um vikuskiftið vóru 4.000 servand løgreglufólk tøk, og hesa vikuna koma 2.000 afturat.

Les eisini: Ongland: Tvey gistingarhús álopin - í minsta lagi 11 løgreglufólk særd


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder