Uttanlands

Stórabretland ákærir Russland fyri at standa aftanfyri teldálopum

Sambært Stórabretlandi hava fólk hjá russisku stjórnini lopið á fleiri lond

Jeremy Hunt, bretskur uttanríkisráðharri (Mynd: EPA)

Jeremy Hunt, bretskur uttanríkisráðharri (Mynd: EPA)

2018-10-04 17:01 Author image
Ari av Rana
placeholder

Stórabretland ákærir nú russisku fregnartænastuna GRU fyri at hava framt fleiri stór telduálop á fleiri lond seinastu nógvu árini.

Bretski uttanríkisráðharrin, Jeremy Hunt, sigur við Reuters, at Stórabretland hevur vitan um at GRU hevur staðið handan fleiri álop á Altjóða Anti-Dopingsambandið (WADA) í 2017 og á landwsnevndina hjá Demokratiska flokkinum í Washington í 2016.

Russiskir teldusníkar hava eisini fingið atgongd til teludpostskipanina hjá bretskum sjónvarpsstøðum og hava stolið fleiri teldupostar.

Stórabretland ákærir eisini Russlandi fyri at hava blandað seg uppí amerikanska forsetavalið í 2016 við telduálopunum.

Jeremy Hunt sigur, at Stórabretland fer nú saman við sínum sameindu at avdúka og svara aftur uppá royndina hjá russisku fregnartænastuni at undirkúga altjóða støðufesti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder