Uttanlands

Stórabretland: Elizabeth drotning og Philip prinsur helst millum tey fyrstu at verða koppsett

Stórabretland, sum hevur góðkent koppingarevnið hjá Pfizer, fær fyrstu sendingina í komandi viku, og tað verða tey eldru og tey í serligum vanda, sum sleppa framat fyrst – Hildið verður at drotningin fer at boða alment frá, tá hon er vorðin koppsett móti covid-19

Bretska drotningin, Elizabeth II (Mynd: EPA)

Bretska drotningin, Elizabeth II (Mynd: EPA)

2020-12-06 11:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í vikuni góðkendi Stórabretland sum tann fyrsta vesturlendska tjóðin eitt koppingarevni móti covid-19.

Talan er um skundgóðkenning av koppingarevninum hjá amerikanska Pfizer og týska BioNTech, sum sambært kanningum er 95 prosent munagótt móti smittuni.

Bretska heilsumálaráðið hevur sambært CNN bílagt 40 mió. skamtar av evninum, sum er nóg mikið at koppseta 20 mió. fólk.

Sambært bretska heilsumálaráðharranum Matt Hancock, fáa tey 800.000 skamtar longu í komandi viku, og áðrenn ársskiftið hava tey fingið fleiri mió..

Tey fyrstu, sum sleppa at verða koppsett, verða eldri fólk á røktarheimum og tey, ið taka sær av teimum, umframt onnur starvsfólk á heilsuøkinum og onnur, sum eru í vandabólki.

Sambært tíðindastovuni Reuters verður bretska drotningin, 94 ára gamla Elizabeth II, og maður hennara, 99 ára gamli Philip prinsur, helst millum tey fyrstu, ið fáa bjóðað koppingarevnið.

Og sambært miðlinum The Times fer drotningin møguliga at boða alment frá, tá tey eru vorðin koppsett. Hetta verður mett at hava stóra ávirkan, tí drotningin er sera høgt mett í bretska samfelagnum, og kann tað fáa fleiri fólk at lata seg koppseta.

Í 1957 boðaði drotningin alment frá, tá børn hennara, Charles og Anne, ið tá vóru ávikavíst átta og seks ára gomul, vórðu koppsett móti polio.

Bretska kongshúsið hevur eisini verið rakt av covid-19. Sonur Elizabeth drotning, Charles prinsur, og elsti sonur hansara, William prinsur, vórðu nevniliga báðir staðfestir positivir í vár.

Sambært Worldometers.info hava 1,7 mió. persónar fingið staðfest covid-19 í Stórabretlandi, og 61.000 teirra eru deyð. Um allan heimin hava fleiri enn 66,9 mió. fingið staðfest covid-19, og 1,5 mió. eru deyð.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder