2018-10-15 09:48
Hertugafrú Meghan í Stórabretlandi er við barn. Amerikanska sjónleikarinnan giftist Harry prinsi av Stórabretlandi tann 19. mai í ár, og nú boðar Kensington Palace frá, at tey bæði skulu verða foreldur.
Kensington Palace skrivar á Twitter, at 37 ára gamla Meghan skal eiga um várið 2019.
Meghan Markle og Harry prinsur hava verið par síðani juni 2016, vóru trúlovaði 27. november 2017, og gift 19. mai í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald