Mjørkin liggur tjúkkur yvir flogvøllin, og hetta gevur stórari trupulleikar í flogferðsluni.
- Vit flugu yvir Føroyum í gott og væl 1 ½ tíma, sigur ein ferðandi við RC 402 hjá Atlantic Airways úr Reykjavík.
RC 402 úr Reykjavík skuldi lenda klokkan 11.40, men fekk ikki sett seg fyrrenn 13.24. RC451 úr Bergen skuldi sett seg klokkan 11.45, men ikki bar til fyrrenn klokkan 13.31. Hesin flúgvarin kom upprunaliga úr Keypmannahavn, men var sendur til Bergen
Allar komur og fráferðir hjá Atlantic Airways í dag eru seinkaðir. RC 4553 úr Keypmannahavn, sum skuldi lent klokkan 13.40 er útsett til 19.30, RC 455 úr Keypmannahavn er flutt frá 17.40 til 18.55 og RC 459 úr Keypmannahavn er flutt frá 19.55 til 00.55.
Fráferðirnar hjá RC 450 klokkan 08.20 og RC 452 klokkan 12.30 – bæði til Keypmannahavnar - skuldu verða klokkan 14.00.
RC 456, sum skuldi flúgva til Keypmannahavn klokkan 14.35 er flutt til klokkan 19.45, RC 470 til Billund klokkan 18.30 er flutt til 19.45 og RC 460 til Keypmannahavnar klokkan 20:45 er flutt til klokkan 01.45.
Bæði koman og fráferðin hjá flúgvaranum hjá SAS til og frá Keypmannahavn í dag er avlýst.
Fylg við flogferðsluni her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald