2018-10-18 08:42
Sløkkilið hevur í alla nátt arbeitt við at sløkkja ein stóran eld í stuttleikalundini Dyrehavsbakken í Klampenborg norðan fyri Keypmannahavn. Eldur kom í eina matstovu, og tíðliga í morgun brendi framvegis, upplýsir Nordsjællands Politi fyri Danmarks Radio.
Eldurin kyknaði í matstovuni, sum eitur Balkon 51, beint fyri klokkan 21 í gjárkvøldið, tá lundin skuldi steingja. Dyrehavsbakken hevur eyka leingi opið, nú heystferia er í Danmark eisini.
Ongin kom til skaða í stóra eldinum. Hendingin forðar heldur ikki fyri at Bakken kann lata uppaftur í dag.
Bakken er millum best dámdu vitjanarmálunum á Sjællandi. Tað er bert Tivoli í Keypmannahavn, ið hevur fleiri gestir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald