Innanlands

Kvinnukvøld: “Kvinna er meir enn eitt blað”

Jens Marni Hansen, Guðrun Sólja og Sjúrður Skaale hjúkla og hugnast um lesararnar hjá Kvinnu

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-11-28 20:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Gleð teg at sleppa øllum fyri eina stund, tá tú sessast í jólapyntaðu Klingruni í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið. Kvinna skipar fyri ársins Kvinnukvøldi og lagt verður upp til stimbran av øllum sansum - deiligur tónleikur, skemtiligt undirhald og lekrir brellbitar.

- Ambitiónin er at hugna og hjúkla um okkara lesarar. Kvinna er meir enn eitt blað, og tí ynskja vit at fáa enn fleiri tiltøk á breddan framyvir, sigur Tóra Effersøe Mortensen, sum er blaðstjóri á Kvinnu. 

Og hetta verður so fyrsta tiltakið. Jens Marni og Guðrun Sólja standa fyri góðu tónunum, meðan Sjúrður Skaale syrgir fyri, at flennivøddarnir koma í spæl. Harafturat verður ein stórfingin mótasýning við føroyskum klæðum frá Marjun Heimá og ein heppin kvinna verður hjúklað eyka um, tá hon fær eitt make over frá Karin’sa, Cosmeto og Insito. 

- Vit hava gjørt okkum ómak við at snikka tað besta av tí besta saman, og vit á Kvinnu gleða okkum at bjóða okkara lesarum vælkomnum til eitt fjølbroytt, lekkurt og spennandi kvøld, sigur Tóra. 

- Kvinna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder