Innanlands

Stórir trupulleikar við streyminum

Streymurin í meginøkinum var burtur í umleið tveir tímar seint í gjárkvøldið, og streymslit var aftur tíðliga í morgun. Vindurin hevur ávirkað nógv, men nú hava øll fingið streymin aftur

2023-02-08 07:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Veðrið ávirkar streymveitingina, og frá SEV verður boðað frá, at nógvi vindurin hevur givið veruligar trupulleikar.

Vaktleiðarin kallaði tað í Kringvarpinum fyri "heilt bedrøveligt", eftir at fleiri streymslit hava verið seinastu tímarnir. Tað var stríggið hjá SEV seint í gjárkvøldið og tíðliga í morgun, tí í tveimum førum var streymurin í meginøkinum burtur í væl meira enn ein tíma.

Eftir at streymurin fór beint eftir klokkan 22, gingu tað umleið tveir tímar áðrenn tey flestu í meginøkinum fingu hann aftur.

Streymslitið kom orsakað av sera ringa veðrinum, og umstøðurnar vóru truplar í mun til at starta upp aftur. Sambært vaktleiðaranum slógu nakrar luftlinjur frá støðini í Skálabotni saman, orsakað av vindi, og síðani hendir onnur óhapp: - Eitt mistka kemur sjálvdan einsamalt, staðfesti hann.

Les eisini: Gongur ikki sum ætlað hjá SEV

Stutt eftir midnátt var streymurin aftur í høvuðsstaðarøkinum - summi bíðaðu eina løtu afturat. Síðani vóru aftur trupulleikar millum klokkan trý og fýra í meginøkinum.

Klokkan hálgum seks í morgun var aftur boðað frá streymslitið í meginøkinum, og aftur ávirkaði illveðrið. Meðan tað leikaði hart á, stríddust tey á SEV fyri at fáa streymveitingina aftur. Klokkan 06.40, also fyri einum tíma síðani, varð boðað frá, at øll skuldu havt fingið streym aftur.

Í útvarpstíðindunum klokkan sjey segði vaktleiðarin, at øll hava fingið streymin aftur, men at tað ikki kundi staðfestast, at veðrið næstu tímarnar ikki fer at ávirka so mikið, at ymiskar trupulleikar aftur stinga seg upp.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder