2018-10-16 10:42
Nógvur vindur er kring landið fyrrapartin, og í støðum er stormur. Yvirlitið yvir koyrilíkindini hjá Landsverk vísir, at veðrið býður millum hvassan vind í hvirlunum upp til 25 m/s til storm upp til 41 m/s í hvirlunum í Hvalba, har harðast leikar á.
Koyrilíkindini eru hesi:
- Dalavegur til Viðareiðis - kl. 09:59 Andøvsgul, í hvirlunum upp til 27 m/s
- Gjáarskarð - kl. 09:49 Skrið, í hvirlunum upp til 28 m/s
- Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - kl. 09:59 Skrið, í hvirlunum upp til 28 m/s
- Norðskálatunnilin, Eystanfyri - kl. 09:53 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 25 m/s
- Høgareyn - kl. 09:54 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 31 m/s
- Mykines - kl. 10:15 Skrið, í hvirlunum upp til 29 m/s
- Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - kl. 09:43 Skrið, í hvirlunum upp til 38 m/s
- við Velbastaðháls - kl. 09:59 Skrið, í hvirlunum upp til 25 m/s
- Hvalba - kl. 09:59 Stormur, í hvirlunum upp til 41 m/s
- Ørðaskarð, Fámjinsvegurin - kl. 09:55 Skrið, í hvirlunum upp til 40 m/s
- Porkerishálsur - kl. 09:51 Hvassur stormur, í hvirlunum upp til 38 m/s
Fylg við koyrilíkindunum her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald