Innanlands

Stormur og regn á G!

Fleiri valdu at fara heim at sova í nátt

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-07-14 10:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt hevur verið nógv regn og vindur, og tað merktu serliga festivalgestirnir á G!.

Tjøldini stóðu ikki væl, og fleiri tjøld fóru í vindinum.

Løgreglan hevur verið á festivalinum, og vakthavandi á politistøðini sigur, at nógv vóru farin heim tíðliga í morgun.

Arnar Lognberg úr Camp SkopunHagen segði við Kringvarpið, at nógv valdu at ringja til foreldrini at fáa tey at koma eftir sær, tí veðrið var so ringt.

Fólk eru tó byrjað at hugna sær aftur á tjaldingarøkinum, og væntandi koma fleiri aftur seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder