Innanlands

Størst fólkavøkstur í Tórshavn og Eysturoy

Munandi fólkavøkstur var í næstan øllum sýslunum

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2018-12-12 10:20 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fólkatalið í Føroyum vaks við 915 síðsta árið og er nú komið upp á 51.237 fólk.

Landafrøðiliga var munandi fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar og Suðuroyar, vísa hagtølini hjá Hagstovu Føroya. Bæði í tali og lutfalsliga var nógv størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum og Eysturoyar sýslu við ávikavist 2,5 og 2,4%.

Í Tórshavnarøkinum búgva knappliga 20.000 fólk, ið er 38% av fólkatalinum í Føroyum. Men vøksturin hetta 12-mánaðarskeiðið á 473 fólk svarar til 52% av øllum fólkavøkstrinum.

Í Eysturoy búgva 11.500 fólk, ið er 22% av fólkatalinum. Men vøksturin her, ið var 266 fólk, svarar til 29% av fólkavøkstrinum fyri alt landið.

Hinvegin búgva stívliga 6.000 fólk í Norðoyggjum, ið er 12% av fólkatalinum, men vøksturin her á 74 fólk svarar til 8% av øllum fólkavøkstrinum.

Í Streymoyar sýslu uttan høvuðsstaðin og í Vága sýslu svarar vøksturin umleið til miðalvøksturin fyri alt landið.

Bæði í Sandoyar og Suðuroyar sýslum er ein minking í fólkatalinum við 0,5%.

[object Object]

Gongdin er í tvíningum
Veturin 2013-14 vendi gongdin í fólkatalinum, og hevur síðani verið stórur árligur fólkavøkstur, sum sæst aftur í flestu høvuðsøkjum. Tó eru tvey av økjunum, Sandoyar og Suðuroyar sýslur, dragnað afturúr. Tað sæst skilliga, um vit seta fólkatalið 1. jan. 2014 til vísitalið 100: meðan fólkatalið er vaksið 5-9% í øllum hinum høvuðsøkjunum, so hevur verið stillstøða í Sandoyar sýslu og beinleiðis minking í Suðuroyar sýslu síðstu fimm árini.

[object Object]

Kommunurnar: størsti vøkstur í miðstaðar- og eysturoyarkommunum
Tær størstu kommunurnar veksa mest í tali. Tórshavnar kommuna við 539, Runavíkar við 91 og Klaksvíkar við 71. Síðani miðalstóru kommunurnar, Nes við 58, Sunda við 47, Sjóvar við 38, Eystur við 34, Sørvágs við 28 og Vága kommuna við 21 fólkum.

Serliga stórur vøkstur er í nøkrum bygdum á Skálafjørðinum, Toftir og Nes (í Nes kommunu) við tils. 55 fólkum ella 4,8%, Strendur (í Sjóvar kommunu) við 40 fólkum ella 4,7% og Skála (í Runavíkar kommunu) við 28 fólkum ella 4,1%, umframt í Leirvík (við 21 fólkum, 2,3%) og Syðrugøtu (við 18 fólkum, 4,1%).

Av smærri kommununum er størsti vøkstur í Eiðis, Sumbiar, Porkeris, Viðareiðis, Hovs og Kunoyar kommunum við umleið 2-3%.

Hinvegin var størsta minkingin í tali í Vágs, Tvøroyrar og Hvalbiar kommunum við ávikavist 19, 12 og 9 fólkum.

[object Object]

Samanumtikið er vøkstur í 18 kommunum og stillstøða ella minking í 11.

[object Object]

Oyggjarnar: minking sunnanfjørðs og í flestu útoyggjum
Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, uttan í Sandoy og Suðuroy.

Av útoyggjum er ein vøkstur í Nólsoy (+4) og Skúvoy (+1), óbroytt í Stóru Dímun og Koltri, meðan tað minkar í Kalsoy (-6), Hestoy (-5), Mykines, Fugloy og Svínoy (-2 hvør). 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder