Innanlands

Størsti fólkavøkstur í eysturoyarkommunum

Fólkatalið var 51.095 tann 1. oktobur

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2018-11-12 09:52 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fólkatalið í Føroyum heldur áfram við at vaksa, vísa nýggjastu tølioni hjá Hagstovu Føroya. Fólkatalið var 51.095 tann 1. oktobur. Tað vaks við 824 fólkum ella 1,6% í 12-mánaðar skeiðinum 1. oktobur 2017 – 1. oktobur 2018. Tað kemur av einum burðaravlopi á 255 og nettotilflyting á 569. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið 7 minni, men tað er meir enn uppvigað av, at nettotilflytingin er 154 størri.

[object Object]

Høvuðsøkini: Eysturoy og Tórshavnarøkið veksa skjótast – Suðuroy minkar framvegis
Landafrøðiliga var munandi fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar og Suðuroyar. Lutfalsliga var størsti vøksturin í Eysturoyar sýslu við 2,4% (harav serliga í Nes og Sjóvar kommunum).

Tórshavnarøkið vaks við 2,0%, og her var eisini nógv størsti vøksturin í tali við 391fólkum. Hetta er næstan helvtin av fólkavøkstrinum fyri alt landið.

Síðani eru Streymoyar sýsla uttan høvuðsstaðin við  1,5%, og Norðoya og Vága sýslur við 1,3% hvør.

Í Sandoyar sýslu er ein lítil vøkstur við 5 fólkum ella 0,4%.

Í Suðuroyar sýslu er ein munandi minking við 28 fólkum ella 0,6%.

[object Object]

Sandoy og Suðuroy hava onki fingið úr fólkavøkstrinum síðstu árini
Veturin 2013-14 vendi gongdin í fólkatalinum, og hevur síðani verið stórur árligur fólkavøkstur, sum sæst aftur í flestu høvuðsøkjum. Tó eru tvey av økjunum, Sandoyar og Suðuroyar sýslur, dragnað afturúr. Tað sæst skilliga, um vit seta fólkatalið 1. jan. 2014 til vísitalið 100: meðan fólkatalið er vaksið 5-8% í øllum hinum høvuðsøkjunum, so hevur verið stillstøða í Sandoyar sýslu og beinleiðis minking í Suðuroyar sýslu síðstu fimm árini.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder