Innanlands

Størsti partaeigarin fær 38 milliónir krónur í vinningsbýti

Bakkafrost: Partaeigararnir fáa 8 krónur og 25 fyri hvørt partabrævið

2019-04-08 17:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bakkafrost boðar í dag frá, at vinningsbýtið á átta krónur og 25 er samtykt á aðalfundi felagsins, sum varð hildin í farnu viku.

8,25 krónur ljóðar ikki av so mongum, men tá vit tosa um næstan 49 milliónir partabrøv, sum hvørt fær hesa upphædd, so byrja upphæddirnar at gerast ørandi fyri summi.

Oddvør Jacobsen, ertann, sum eigur flest partabrøv í Bakkarrosti. Fyri sínar knøppu 4,6 milliónir eintøk, fær einkjan eftir stovnaran, Hans Jacobsen, sostatt útgoldið 37,9 milliónir krónur í vinningsbýti.

Sonur hennara, stjórin í felagnum, Regin Jacobsen, eigur eitt sindur færri partabrøv, men kortini so mikið, at hansara partur av vinningsbýtinum er góðar 37 milliónir krónur.

Bakkafrost upplýsir í roknskapinum, hvussu nógv partabrøv persónarnir, sum sita í leiðsluni í felagnum eiga, tí tað skal upplýsast fyri keypsskálunum hvørja ferð, hesir sokallaðu ’innsidararnir’ handla partabrøv.

Her sæst, at Odd Eliasen, stjóri í Havsbrún, eigur somikið, at hann fær 1,4 milliónir útgoldnar í vinningsbýti, Annika Frederiksberg, nevndarlimur, fær 128.000 krónur, Rúni M. Heinesen, nevndarformaður, 82.500 krónur, Gunnar Nielsen, fyrrverandi fíggjarstjór, 13.600 og Teitur Samuelsen 825 krónur. Tveir nevndarlimir eru tó, sum als ikki eiga partabrøv í felagnum, og sostatt heldur ikki fáa gagn av vinningsbýtinum. Teir eru Johannes Jensen, stjóri í Gist og Vist, og norðmaðurin Øystein Sandvik.

Tað er bert eigararnir, ið eiga yvir fimm prosent av partapeninginum, sum skulu upplýsast í roknskapinum. Umframt Oddvør og Regin Jacobsen, er talan um norska grunnin Floketrygdfondet, sum eigur góða hálvafjórðu millión partabrøv, og innkasserar 29 milliónir í partapeningi.

Heimasíðan markedscreener.com upplýsir tíggju teir størstu partaeigararnir í felagnum. Eins og Folketrygdfondet, er talan um stovnskendar eigarar, altso grunnar.

Soleiðis sær uppgerðin hjá markedscreener.com út:

 

   

Partabrøv mió. stk.

%

Vinningsbýti 2018

Oddvør Jacobsen

 

4,6

9,40

37.904.105

Regin Jacobsen

 

4,5

9,20

37.088.486

Folkatrygdfondet

 

3,5

7,23

29.137.688

NNIP Advisors BV

 

1,4

2,94

11.837.925

Storebrand Asset Management

1,1

2,26

9.092.878

The Vanguard Group, Inc.

1,1

2,18

8.785.887

Swedbank Robur Fonder AB

1,0

2,02

8.129.822

Massachusetts Financial Serv. 

1,0

1,98

7.982.700

Handelsbanken Fonder AB

0,9

1,88

7.596.650

Alfred Berg Kapitalforvaltning

0,8

1,71

6.880.088

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder