Støðan í Venezuela er ógreið og órólig í løtuni. Nicolás Maduro tók yvir sum forseti eftir Hugo Chávez í 2013, men nú verður ein roynd gjørd at koppa Maduro, ið er sera illa lýddur í nógvum londum, og verður sammettur við ein einaræðisharra.
Maduro skuldi enda sítt valskeið 10.januar, men varð svorin í eið aftur sum forseti uttan nakað val. Hetta førdi til stóra ónøgd kring landið og eisini kring heimin. Hetta førdi til, at Juan Guaidó útnenvdi seg sjálvan til fyribils forseta.
Undir Chávez var sambandið millum Venezuela og USA vánaligt, og hetta er framvegis soleiðis undir Nicolás Maduro, ið tó er stuðlaður av stórum londum sum Russlandi og Kina. Tey eru ímillum fáu londini, ið ikki vilja blanda seg fyri at fáa Maduro burtur. Júst USA var eitt av teimum fyrstu londunum, ið bakkaðu Juan Guaidó upp og viðrukendi hann sum fyribils forseta. Flestu av londunum í Suðuramerika og Mið- og Norðuramerka gera tað sama.
Í Evropa ynskja so at siga øll londini eitt nýval. Um Maduro ikki útskrivar nýval, áðrenn morgindagurin er farin, so fara tey eisini at viðurkenna Guaido. Bert 35 ára gamli Guaido, ið er Speaker of the National Assembley, hevur heitt á síni viðhaldsfólk um at samla seg, koma út a á gøturnar og mótmæla. Hetta fyri at leggja trýst á Maduro fyri at leggja frá sær.
BBC skrivar, at Guaido hevur tíggjutúsindtals viðhaldsfólk, so tað væntast, at tað fer at henda nógv í Venezuela í dag. Bretska heimasíðan skrivar eisini, at Guaido hevur verið í samband við hervaldi, ið annars stuðlar Maduro, fyri at fáa tað við at koppa sitandi forseta. Mikudagin var eisini mótmæli í høvuðsstaðnum Caracas og aðrastaðni, har heitt var hervaldið um at staðga at stuðla Nicolás Maduro, og syrgja fyri at tey líða undir verandi umstøðum fáa hjálp.
Uttanlands
Stórt mótmælisátak í Venezuela í dag
"Fyribils forsetin" í Suðuramerikanska landinum, Juan Guaidó, vil leggja trýst á sitandi forsetan
Mynd: EPA
2019-02-02 13:08
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald