Uttanlands

Stórt tiltak í kvøld og í nátt: Allur heimurin saman - hvør sær

Stjørnur sum Billie Eilish, Paul McCartney, Elton John, Lady Gaga og Michael Buble eru millum tey, ið fara at framføra heimanífrá.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-04-18 20:50 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Klokkan 18.00 í kvøld byrjaði eitt tiltak sum kann stroymast beinleiðis um allan heim, har millum annað kendir tónleikarar fara at framføra heimanífrá.

Tiltakið, ið er skipað av Altjóða Heilsustovninum WHO og Global Citizen saman við Lady Gaga, skal eggja fólki til, at stríðast ímóti spjaðingini av koronasmittuni við at vera heima, samstundis sum tey ynskja at heiðra tey sum starvast innan heilsuverkini kring allan heimin.  

Tiltakið varar fleiri tímar, og er ein blanding av eini heilsu ráðstevnu og ein konsert. Milllum tónleikararnar, ið fara at framføra eru Billie Eilish, Paul McCartney, Chris Martin úr Coldplay, Alanis Morissette, John Legend, Luis Fonsi, Elton John, Lady Gaga og Michael Buble.

Umframt tónleikararnar fara eisini aðrir kendir persónar sum David Beckham, Matthew McConaughey, Oprah Winfrey og Lewis Hamilton at hava nøkur innsløg.

Tiltakið kann síggjast á Youtube síðuni hjá Global Citizen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder