Uttanlands

Stóru stjørnurnar rýma til Avstralia

Samstundis sum fleiri heimsstjørnur flokkast til Avstralia at fáa ein meira frælsan gerandisdag, eru 40.000 avstralskir borgarar fangaðir uttanlands orsakað ferðaavmarkingum og høgum ferðaseðlaprísum

Millum tey, sum hava leitað sær til Avstralia at búgva er bretski tónleikarin Ed Sheeran (Savnsmynd)

Millum tey, sum hava leitað sær til Avstralia at búgva er bretski tónleikarin Ed Sheeran (Savnsmynd)

2021-04-03 16:29 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Meðan gerandisdagurin í nógvum londum er merktur av nógvum smittufyribyrgjandi tiltøkum og avmarkingum, eru onnur lond, har fólk, eins og í Føroyum, hava kunnað livað meira vanligt.

Eitt land, sum hevur klárað seg væl undir koronafarsóttini er Avstralia, og sambært BBC er tað næstan blivið til eitt slag av mekka fyri tey ríku í Hollywood. Heimskendar stjørnur flokkast nevniliga til landið fyri at fáa ein meira frælsan gerandisdag.

Millum tey, sum hava leitað sær til Avstralia eru filmsstjørnurnar Zac Efron, Natalie Portman, Julia Roberts, og Matt Damon, umframt tónleikarin Ed Sheeran og Idris Elba, sjónleikari og tónleikari.

Tað, sum er serliga lokkandi við Avstralia er møguleikin fyri at fara á strondina, fara á bar og til konsert. Men tað er eisini eydnast avstralsku stjórnini at fáa fleiri stórar filmsverkætlanir til landið við at bjóða stórar skattafrádráttir.

Sambært Ritzau eru tó ikki øll, sum fegnast um hetta, m.a. tí fleiri enn 40.000 avstralskir ríkisborgarar framvegis eru fastir í útlondum, eftir at Avstralia lat landamørkini aftur í fjør.

Sambært fleiri teirra, sleppa tey ikki heim, tí tað er avmarkað, hvussu nógv sleppa at ferðast inn í Avstralia um vikuna, og tað hevur so hækkað prísin á ferðaseðlum.

Prísurin fyri at flúgva millum Avstralia og Evropa kann verða heilt upp í 15.000 krónur per persón, og nakað tað sama kostar tað at vera í sóttarhaldi á einum gistingarhúsi, tá mann er sloppin inn í landið.

Orsakað av støðuni hevur ein bólkur, sum kallar seg "Stranded Australians Abroad" sent eina kæru til ST fyri brot á mannarættindini.

Avstralia hevur sambært heimasíðuni Worldometers.info skrásett 29.000 smittutilburðir og 909 andlát undir hesari farsóttini, og í løtuni er talið á positivum beint omanfyri 2.100.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder