2020-06-19 06:56
Áhugin fyri at síggja føroyska dokumentarfilmin ”Vrkir” er so mikið stórur, at Norðurlandahúsið hevur sett filmin á skránna aftur næsta hóskvøld eftir at útselt var til sýningina í gjárkvøldið
”Verkir - úr heiminum, til sjúkrahúsið og heim aftur” er ein dokumentarur í trimum pørtum um broytingina frá, at kvinnur áttu heima, til at allar føðingar eftur fáum árum vórðu fluttar inn á sjúkrahús.
Í filminum hitta vit kvinnur, jarðarmøður og ein mann, sum tosa opið um teirra upplivingar rundan um føðingina.
Leikstjórn: Theresa og Karina Jákupsdøtur. Spælilongd: 64 min. Filmurin er á føroyskum uttan undirtekstir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald