Innanlands

Stórur áhugi fyri íbúðarbygging

Tórshavnar kommuna bjóðaði í dag til útbjóðingarfund av leigubústøðum Undir Kongavarða

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2018-10-02 17:05 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tórshavnar kommuna bjóðaði í dag til útbjóðingarfund av leigubústøðum Undir Kongavarða. Stórur áhugi tykist vera fyri at byggja íbúðir, og vóru nógv fólk samankomin í Posthúskjallaranum fyri at hoyra um byggingina Undir Kongavarða.

Tilgongdin er soleiðis skipað, at tilboðsgevarar hava fram til 22. oktober at lata tilboð inn til sjálvt lendið. Í seinasta lagi 7. desember skal hægstbjóðandi lata inn skipanaruppskot fyri byggingina, sum skal góðkennast av Tórshavnar kommunu.

Tórshavnar kommuna hevur valt ikki at seta krøv til byggingina viðvíkjandi stødd av íbúðum, útsjónd, tilfar o.a., men vil við útbjóðingini Undir Kongavarða gera sítt til at nøkta stóra eftirspurningin eftir leigubústøðum í kommununi, boðar kommunan frá á Facebook.

Eftir ætlan standa leiguíbúðirnar innflytingarklárar í 2021.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder