Seinastu fimm árini hava sethúsaprísirnir verið støðugt vaksandi, men tað sum serliga sker í eyguni, er stóri prísmunurin millum sethús í miðstaðarøkinum í mun til aðrastaðni í landinum. Miðal søluprísurin fyri eini sethús í Tórshavn er í dag meira enn hálvaaðru millión krónur hægri, enn fyri sethús á bygd.
Soleiðis skrivar Landsbankin í nýggjari frágreiðing um sethúsamarknaðin.
Stóri prísvøksturin á bústøðum í Føroyum hevur serliga gjørt seg galdandi fyri sethús í miðstaðarøkinum. Sambært yvirliti hjá Landsbankanum fór sethúsaprísurin í 2016 upp um høgu prísleguna, ið var galdandi undan fíggjarkreppuni, og vøksturin hevur hildið áfram. Í Tórshavn hava íbúðarprísirnir fylgt gongdini hjá sethúsaprísunum, og bæði prísirnir á íbúðum og sethúsum í høvuðsstaðnum eru nærum trífaldaðir síðanimiðskeiðis í áttatiárunum.
Sethúsaprísirnir hava seinastu fimm árini verið støðugt vaksandi. Høvuðsorsøkirnar til hesa gongd eru uttan iva vøksturin í búskapinum, fólkatilflytingin og lága rentustøðið.
Tá ræður um íbúðir er miðalfermeturprísurin við árunum vorðin væl hægri, enn prísurin á sethúsum. Í Havn er munurin í fermeturprísi í miðal einar 10.000 krónur hægri fyri eina íbúð enn fyri eini sethús. Ein orsøk er helst, at eftirspurningurin er lutfalsliga størri eftir smáum bústaðareinum enn eftir sethúsum. Onnur orsøk til hægra fermeturprísn á íbúðum er, at tær sum heild eru yngri enn sethúsini.
Somuleiðis er miðalaldurin á sethúsum á bygd hægri enn í Tórshavn. Afturat aldrinum og harvið miðalgóðskuni á bústøðunum, hava viðurskifti sum lættari atgongd til arbeiðspláss, eins og størri tilflyting til miðstaðarøkið, avgerandi ávirkan á bústaðarprísirnar.
Bústaðarprísir vaksa skjótari enn inntøkur
Undan fíggjarkreppuna vuksu sethúsaprísirnir munandi skjótari, enn inntøkurnar. Í 2006 øktust sethúsaprísirnir við heili 34 prosentum í Havn í mun til árið fyri, meðan tøka inntøkan sama tíðarskeið vaks 12 prosent. Árið eftir hæsaði vøksturin í sethúsaprísunum av, men í 2016 tók hann aftur dik á seg. Sethúsaprísirnir eru tó ikki hækkaðir eins skjótt hesi seinastu árini, sum undan fíggjarkreppuni.
Í 2016 hækkaðu sethúsaprísirnir í Havn við 14 prosentum í mun til árið fyri, meðan tøka inntøkan vaks 5 prosent. Í ár eru prísirnir higartil hækkaðir við 8 prosentum, meðan tøka inntøkan nærum er óbroytt.
At sethúsaprísirnir hækka skjótari enn tøka inntøkan, kann vera tekin um ov stórt bjartskygni. Væntanir um áhaldandi prísvøkstur á sethúsamarknaðinum, eins og lágar lániútreiðslur, saman við lítla útboðnum, kunnu eggja húsarhaldum til at bjóða ein hægri prís fyri bústaðir, enn skilagott er Harvið er vandi fyri, at tey binda seg til eina hægri skuld, enn tað er fíggjarliga ráðiligt í mun til samlaðu húsarhaldsinntøkuna.
Ein høgur skuldarfaktorur er óheppin, um rentuhækkingar skerja fíggjarliga rásarúmið so mikið, at tað gerst neyðugt at selja húsini.
Les meira í frágreiðingini um sethúsamarknaðin hjá landsbankanum, sum sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald