2018-11-04 19:43
Tað er javnan, at grót er á vegnum til Tjørnuvíkar, og í gjár var aftur galið.
Tá Thordur Magnussen gjørdi sær ein túr til Norðskála gjáramorgunin, og skuldi koyra til Tjørnuvíkar aftur var ein stórur steinur dottin oman á vegin.
Eingin fekk skaða av hesari hendingini, men tað er púra greitt, at var onkur fyri, hevði tað ikki verið lukkuligt.
Steinurin var so stórur, at Thordur ikki fekk flutt steinin, og hann boðaði tí løgregluni frá, soleiðis at steinurin kundi flytast, upplýsir hann fyri útvarpinum.
- Tað er einki at ivast í at fáa ein tunnil skjótast gjørligt, sigur Thordur Magnussen við útvarpið. Hann sigur vegin vera lívshættisligan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald