
Húsaprísurin ella bústaðarprísurin hevur seinnu árini – serliga í høvuðsstaðarøkinum – bert havt eina kós, og tað er beint uppeftir. Høvuðsorsøkin til hetta er manglandi útboð í mun til eftirspurningin. Fólkavøksturin hevur verið stórur, tí nógvar føroyskar familjur flyta heim, eftir at hava verið í útbúgvingarørindum uttanlands, og allar skulu tær sjálvandi hava okkurt at búgva í.
Byggingin av nýggjum húsum og íbúðum er framvegis ógvuliga avmarkað. Hóast fleiri íbúðarbygningar eru bygdir seinnu árini, so nøktar hetta á ongan hátt eftirspurningin av bústøðum sæð í mun til vaksandi fólkatalið, sum stendst av øktari tilflyting og skerdari fráflyting. Eisini er talið av búfólki í hvørji búeind minkað nógv, og hetta setir enn størri krøv til útvegan av fleiri bústøðum.
Oftani fáa peningastovnarnir skotið í skógvarnar, at teir eru ov afturhaldandi við at veita fígging til bygging í útjaðaranum. Hesum er Olav Guttesen, stjóri í Betri Banka, ikki samdur í. Hann vísir á, at hús í útjaðaranum eru dýrari at byggja, enn søluvirðið er á teimum, tá tey standa liðug.
- Siga vit, at tey kosta fýra milliónir krónur at byggja, og søluvirðið kanska liggur um tvær millónir krónur, so kann bankin bert lána 90 prosent av søluvirðinum, sum er 1,8 millión krónur. Tað skal tí ein ógvuliga stór eginfígging til í slíkum førum, tí negativa virðið orsakað av byggikostnaðinum gerst so stórt, sigur stjórin í Betri Banka.
---
Tema um bústaðartrot
Blaðið Vikuskifti viðger í tveimum útgávum bústaðarmarknaðin og serliga bústaðartrotið, ið er vaksið nógv seinnu árini. Ikki minst eftir stóru tilflytingina og harvið stóra fólkavøksturin, sum vit hava upplivað í Føroyum seinastu seks-sjey árini.
---
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald