Innanlands

Stovna felag fyri svøvnfriði í egnum heimi í annaðkvøld

Støðan er ótolandi, og nú skal felag stovnast

2018-12-09 21:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í annaðkvøld verður stovnandi aðalfundur í Skótahúsinum í Runavík av einum felag, sum skal hava til høvuðsendamál at arbeiða fyri at avmarka ótolandi ljóð- og luftdálking frá skipum.

Á skránni verður framløga um ætlaninar við felagnum, orðaskifti um støðuna í sambandi við ljóð- og luftdálking, stovnan av felagnum og val av nevnd. Fyrireikararnir siga støðuna vera ótolandi.

- Ljóðdálking frá havnaløgnum og skipum er vorðin ein alsamt vaksandi trupulleiki. Tí hava borgarar, ið liva undir ótolandi umstøðum orsakað av larmi frá skipum, tikið seg saman til at stovna eitt felag, hvørs høvusðendamál er at virka fyri, at lóggivið verður soleiðis, at Føroyar gera sum grannalondin og áseta krøv til dálking frá skipum, verður sagt í tíðindaskrivi.

Áhaldandi hava borgarar gjørt vart við ótolandi viðurskiftini, tey liva undir, men framvegis er eingin broyting íkomin og verður málið ikki tikið í nóg stórum álvara.

- Vit hava gjørt av at kalla felagið Heimafriður, tí vit vilja vísa á, at sum nú er hava vit ikki so frægt sum svøvnfrið heima við hús. Vit ynskja rætt og slætt at fáa frið til hvíld í egnum heimi, siga fyrireikararnir.

Stovnandi aðalfundurin verður klokkan 19.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder