Faroe Islands’ Football Academy er altjóða á einum nýggjum útbúgvingartilboði, sum nú verður sett á stovn í Vági. Talan er um eitt samstarv millum Ítróttarskúlan í Suðuroy og fótbóltsfelagið í Vági, FC Suðuroy.
Talan er um eina uppstigan av fótbóltslinjuni, sum hevur verið á Ítróttaháskúlanum, og bygd verður eisini á royndirnar, sum vórðu gjørdar millum skúlan og VB hondbólt, verður upplýst í tíðindaskrivi. Gudmund Joensen, stjóri á Ítróttaskúlanum í Vági verður eisini leiðari fyri Fótbóltsakademi Føroya.
Fótbóltur er størsta ítróttargrein í Føroyum. Áhugin fyri fótbólti veksur ár um ár og nógvir føroyskir ungdómar hava ein dreym um at gerast yrkisfótbóltsleikarar bæði í Føroyum og uttanlands. Í evropeiskum fótbólti verða flestu grundarsteinarnir undir eina framtíð sum yrkisfótbóltsleikari lagdir í fótbóltsakademium.
Eitt fótbóltsakademi er ein skipaður skúli, har fótbóltur er berandi innihaldið í skúlanum. Høvuðsendamálið er at fyrireika ungar fótbóltsleikarar til eina framtíð sum yrkisfótbóltsleikarar. Fótbóltsakademi verða vanliga skipað fyri ungar leikarar, og er skúlagongd, antin í fólkaskúla ella miðnámsskúla, eisini vanliga partur av skúlaskapinum á einum fótbóltsakademii.
Fótbóltsakademi Føroya er eitt tilboð til dreingir og gentur í aldursbólkunum 9. og 10. floksaldri og í miðnámsskúlaaldri – eitt tilboð til aldursbólkarnar U15 til og við U21. Kjarnin í Fótbóltsakademi Føroya er eitt heildartilboð til leikaran, har ein menning av tí einstaka sum fótbóltsleikara og menniskja er í hásæti – og er av somu orsøk talan um eitt tilboð sum fevnir um bæði fótbóltsvenjing og skúlagongd.
Leikarar á Fótbóltsakademinum koma sostatt at fevna um bæði næmingar á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy og um næmingar, sum ganga í fólkaskúla í Suðuroynni ella á miðnámsskúla í Suðuroynni.
Fótbóltsakademi Føroya er skipað undir leiðslu av einum venjaratoymi. Annar av venjarunum er Jón Pauli Olsen, sum hevur A-venjara útbúgving, hevur drúgvar royndir sum venjari, bæði hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, U17 landsliðnum hjá kvinnum, hjá FC Suðuroy og sum ungdómsvenjari hjá FC Suðuroy. Jón Pauli Olsen er eisini venjara-instruktør á venjaraútbúgvingini hjá Fótbóltssambandi Føroya. Í næstum verður søkt eftir einum venjara afturat til venjaratoymið á Fótbóltsakademi Føroya.
Jón Pauli Olsen, royndur fótbóltsvenjari, fær leiðsluna av venjaratoyminum á nýggja fótbóltsakademinum í Vági
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald