Innanlands

Stovnurin av grind í Norðuratlantshavi mettur at vera minst hálva millión

Vísindanevndin hjá NAMMCO hevði fund í Havn, har støðan hjá havsúgdjórum varð umrødd. Ætlanin er at hava ein NAMMCO-arbeiðsbólk um grind í 2021

Savnsmynd (Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

Savnsmynd (Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

2019-11-04 16:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vísindanevndin hjá NAMMCO (North Atlantic Marine Mammal Commission) hevði í farnu viku fund í Føroyum.

Á fundinum, sum varð hildin í hølunum hjá Tórshavnar Bátafelag í døgunum 29. oktober til 1. november, luttóku náttúruvísindafólk úr Íslandi, Grønlandi, Noregi og Føroyum. Fólk úr Japan vóru eisini við sum eygleiðarar.

Vísindanevndin umrøddi á fundinum støðuna hjá havsúgdjórum í NAMMCO-økinum, og tosað varð m.a. um hvalateljingarnar, sum eru uml. 6. hvørt ár.

Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur og formaður í nevndini, nevndi í hesum sambandi, at stovnsmetingin fyri grind var 344.000 hval í 2015, tá seinasta hvalateljingin varð gjørd.

– Samanborið við aðrar teljingar, so er hetta nakað lægri enn hægstu metingarnar, men yvirskipað verður roknað við, at stovnurin av grind í Norðuratlantshavi er minst hálva millión, sigur hann.

Ætlan er gjørd um at hava ein NAMMCO-arbeiðsbólk um grind í 2021, har øll vitan verður savnað fyri at meta um, hvørt grindaveiðan er burðardygg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder