Innanlands

Strandavegurin stongdur eina tíð afturat

Strandavegurin kemur framhaldandi at vera stongdur fyri lættari ferðslu næstu tíðina, so leingi arbeiðið varir

Mynd: Sjóvar kommuna

Mynd: Sjóvar kommuna

2019-04-09 16:08 Author image
Ari av Rana
placeholder

Strandavegurin kemur framhaldandi at vera stongdur fyri lættari ferðslu næstu tíðina, so leingi arbeiðið varir. Fyribils verður væntað, at arbeiðið rundan um rundkoyringina á Strandavegnum kemur at vara mánaðin út.

Arbeiðið at knýta vegirnar í nýggju rundkoyringina á Strandavegnum gongur væl, og tað skundar nógv undir arbeiðið, at lætta ferðslan ikki koyrir ígjøgnum arbeiðsøkið, skrivar Sjóvar kommuna.

Lætta ferðslan kemur tí framhaldandi at koyra eftir Sjóvarvegnum, og heita vit enn einaferð á bilførarar um at vera ansnir í ferðsluni, nú ferðslan eftir hesum vegastrekki er økt munandi.

Tunga ferðslan kemur framhaldandi at koyra eftir Strandavegnum. Eisini her heita vit á bilførarar at vísa ansni, tí arbeitt verður á og rundan um vegin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder