Innanlands

Strandferðslan avlýsir fyribils á Kallsoyarleiðini og millum Klaksvík og Viðareiði

Eisini Teistin avlýsir um Hestfjørð

2018-11-15 08:02 Author image
Ari av Rana
placeholder

Veðrið er keðiligt í morgun, og í Norðuroyggjum ávirkar hetta samferðsluna.

Strandferðslan hevur longu avlýst tveir túrar millum Klaksvík og Syðradal í morgun, tí at siglandi var ikki, tá farast skuldi úr Klaksvíkini í morgun klokkan 06:40. Tó skuldi roynast aftur klokkan 08:00 av Klaksvíkini.

Sama støða er galdandi á bussleiðini millum Klaksvík og Viðareiði. Fyri veður koyrir leið 500 ikki fyribils, og kunnað verður um nær koyrt verður aftur.

Tvær avlýsingar eru eisini á leiðini millum Skopun og Gomlurætt. Viðlíkahaldsarbeiðið á ankarspælið og portrið á Teistanum í dag ger, at síðsti túrur av Gomlurætt verður sigldur klokkan 20 og úr Skopun klokkan 20. Í morgin verður aftur siglt sum vanligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder