- Verð bert saman við teimum í húsarhaldinum, far bert til arbeiðis, um tað er allarhægst neyðugt, far annars bert út fyri at flyta teg og fáa fríska luft eina ferð um dagin og fyri at keypa matvørur og heilivág, tá tað veruliga er neyðugt
Hetta vóru nøkur av boðunum, ið bretski forsætisráðharrin hevði til tjóðina í røðu í gjárkvøldið.
Boris Johnson endurtók boðskapin, ið hevur ljóðað úr so nógvum evropeiskum londum í seinastuni: Ikki ov nógv skulu gerast álvarsliga sjúk í senn:
- Vit hava sæð tað í fleiri londum - í londum har heilsuverkið er sera gótt - tað er ómøugligt, um ov nógv eru smittaði um somu tíð. Tað verður tað eisini hjá okkara heilsuverkið (NHS). Fleiri fara tíverri at doyggja av koronavirusinum, men vit kunnu verða við at tálma spjaðingini við at fylgja tiltøkunum
Forsætisráðharrin vístiá, at løgreglan hevur heimild at grípa inn, um fólk ikki fylgja tiltøkunum. Hervaldið er eisini íblandað í koronatilbúgvinini, og er í dag úti og hjálpir á ymsan hátt.
Røðan var seks minuttir long, og kann síggjast her
Bretland helt leingi fast í at ikki seta nøkur serlig tiltøk í verk í samband við koronasmittuna. Seinastu tíðina er tó ein nýggj kós sett í verk, men nýggju tiltøkini, sum eru sett í verk í dag, hava tó loypt hvøkk á nógv í Bretlandi.
Tølini áðrenn røðuna vístu, at 6,650 fólk vórðu smittaði við korona í Bretlandi. 335 av teimum eru deyð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald