29. mars komandi ár skal Bretland út úr ES, og sambært blaðnum The Times, kann Norðurírland standa uttan streym komandi ár. Hetta kemst av, at øll oyggin hevur síðani 2007 havt eitt felags elnet, sum er regulerað og stýrt av evropeiskari lóggávu.
Uttan eina avtalu við ES, fer samstarvið at steðga, og av tí at Norðurírland fær tað mesta av streyminum frá hinari síðuni av oynni, fer eingin streymur at vera.
Sambært keldum, sum The Times hevur tosað við, ætlaði mann í bretsku stjórnini at byrja við at innflyta fleiri generatorar, sum ætlandi skuldu setast kring landið. Men persónar tætt at arbeiðnum siga sambært blaðnum, at tað fer neyvan at loysa trupulleikan.
- Tá vit kannaðu málið, funnu vit útav, at tað neyvan eru nokk av generatorum í øllum heiminum til at nøkta okkara tørv.
Sum skilst roynir mann tí heldur at fáa eina avtalu í lag við Írland, soleiðis at tryggjað verður, at ein yvirgangsskipan kemur upp at standa. Tað er vinnumálaráðharrin Greg Clark, sum stendur fyri tí, og tað er bert ein lítil partur av arbeiðnum, sum stjórnin er í gongd við.
Í morgin fer nýútnevndi Brexit-ráðharrrin Dominic Raab at leggja fram fleiri tekniskar notatir, sum skulu forklára íbúgvum og fyritøkum, hvussu tey skulu fyrihalda seg í mun til Brexit.
Stjórnin hevur tó ikki upplýst, hvussu nógv øki verða umtalað í morgin, m.a. tí at Theresa May sum skilst er í feriu, og av tí sama verða tey mest problematisku økini neyvan umtalað í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald