2019-02-20 09:39
Øll húsarhaldini, sum fyrr í morgun mistu streymin, hava nú fullan spenning á ravmagnsnetinum aftur.
Terji Nielsen, menningarleiðari hjá Sev, kann í løtuni ikki siga, hvar orsøkin er til at Norðoyggjar og partar av Eysturoynni vórðu koplað av streyminum.
- Okkurt bendir á, at talan var um ein kápulfeil, men júst hvat tað var, sum hendi, kunnu vit ikki siga enn. Men vit kanna málið. Eg veit bara, at hatta átti ikki at henda, staðfestir Terji Nielsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald