Innanlands

Streymurin komin aftur í teimum flestu støðunum

Tað eru partar av Havnini og Eysturoynni, ið framvegis mangla streym. Hetta váttaði Terji Nielsen frá SEV í útvarpstíðindunum fyri løtu síðani

Streymurin manglar í summum støðum í høvuðsstaðnum enn (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Streymurin manglar í summum støðum í høvuðsstaðnum enn (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2019-12-09 08:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri lítlum hálvum tíma síðani frættu vit frá SEV, at tað fór ikki at ganga meira enn ein hálvur tími, til streymurin var aftur í meginøkinum. 

Les meira: Streymurin verður aftur innanfyri hálvan tíma

Hetta eydnaðist í stóran mun. Streymurin er komin aftur meginpartin av støðunum, men Terji Nielsen segði í útvarpstíðindunum klokkan átta, at partar av Havnini og Eysturoynni framvegis eru í streymloysi. Talan er um Leirvík.

Tað verður arbeitt fyri, at fáa hann aftur skjótast gjørligt í hesum støðum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder